Café Fjørðoy

Menu

Mánadag til fríggjadag frá kl. 17.00-21.00, hava vit nátturða/døgurða at bjóða. Til ber at njóta eitt glas av vín ella øl saman við matinum. Omaná hava vit m.a. heimabakaðar pannukøkur og aðrar køkur til ein kaffi- ella temunn.

Matur út av húsinum

Skalt tú halda føðingardag, brúðleyp, barnadóp ella aðra veitslu, so ber til at bíleggja matin frá okkum. Tað ber eisini til at leiga café’ina til fundarvirksemi ella veitsluna. Vit skipa eisini fyri starvsfólkaútferðum, toymismenning osv.

Tiltøk

Café Fjørðoy hevur opið frá 20. mai – 15. aug. Útyvir hesa upplatingartíð, skipa vit eisini fyri ymiskum tiltøkum og her á facebook síðu okkara ber til at fylgja við.  Um tú hevur eitt hugskot til okkurt tiltak, skriva so endiliga til okkara.

Um Café Fjørðoy

Café Fjørðoy og Guesthouse Hugo verður rikið av hjúnunum Maria Samson og Kent Christensen. Saman reka tey eisini ferðaskrivstovuna Make Travel, ið skipar fyri ferðum til Føroyar fyri útlenskar gestir.

Hugskotið til Café Fjørðoy og Guesthouse Hugo fekk Maria fyri nógvum árum síðani sum heilt ung, og tá so húsið stóð til sølu fyri nøkrum áðrum síðani gjørdu tey skjótt av og keyptu tað.

.

.

Umhvørvið

Tað var serliga umhvørvið, ið bergtók Mariu, fjørðan, sandurin og hugnaliga handilshølið, ið hon minnist frá hon var smágenta.

Margret og Hugo Fjørðoy áttu húsini, Hugo var handilsmaður, ið byrjaði saltfiskaframleiðslu í kjallarinum fyrst í 50’inum og nøkur ár seinni, lat Margret handil upp í miðhæddini, meðan tey búðu á ovastu hædd.

Stílurin

Vit hava valt at varðveita stílin, ið var í handlinum tvs. retro stílin, við gomlum tingum vit hava funnið á rótikassum, endurnýtslum og øðrum sum stóð eftir í húsinum.

Hetta ger at café’in fær ein serligan heimligan hugna.

.

Upplatingartíðir á Café Fjørðoy

Mánadag – Fríggjadag: 17.00 – 21.00
Leygardag, sunnudag og heiludagar er stongt.

Køkurin stongir kl. 20.30

Ring á tlf. +298 232100

Meira kunning?

Um tú hevur spurningar um eitt hvørt, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.