Kom og vitja okkum!

VIT BJÓÐA

Mánadag til fríggjadag frá kl. 17.00-21.00, hava vit nátturða/døgurða at bjóða. Til ber at njóta eitt glas av vín ella øl saman við matinum. Omaná hava vit m.a. heimabakaðar pannukøkur og aðrar køkur til ein kaffi- ella temunn.

Skalt tú halda føðingardag, brúðleyp, barnadóp ella aðra veitslu, so ber til at bíleggja matin frá okkum.
Tað ber eisini til at leiga café'ina til fundarvirksemi ella veitsluna. Vit skipa eisini fyri starvsfólkaútferðum, toymismenning osv.

Café Fjørðoy hevur opið frá 1.mai - 1.sep.
Útyvir hesa upplatingartíð, skipa vit eisini fyri ymiskum tiltøkum og her á síðuni ber til at fylgja við.
Um tú hevur eitt hugskot til okkurt tiltak, skriva so endiliga til okkara.

UM CAFÉ FJØRÐOY

Café Fjørðoy og Guesthouse Hugo verður rikið av hjúnunum Maria Samson og Kent Christensen.
Saman reka tey eisini ferðaskrivstovuna MAKE Travel, ið skipar fyri ferðum til Føroyar fyri útlenskar gestir.

Hugskotið til Café Fjørðoy og Guesthouse Hugo fekk Maria fyri nógvum árum síðani sum heilt ung, og tá so húsið stóð til sølu fyri nøkrum áðrum síðani
gjørdu tey skjótt av og keyptu tað.
Tað var serliga umhvørvið, ið bergtók Mariu, fjørðan, sandurin og hugnaliga handilshølið, ið hon minnist frá hon var smágenta.
Margret og Hugo Fjørðoy áttu húsini, Hugo var handilsmaður, ið byrjaði saltfiskaframleiðslu í kjallarinum fyrst í 50'inum og nøkur ár seinni, lat Margret handil upp í miðhæddini, meðan tey búðu á ovastu hædd.
Vit hava valt at varðveita stílin, ið var í handlinum tvs. retro stílin, við gomlum tingum vit hava funnið á rótikassum, endurnýtslum og øðrum sum stóð eftir í húsinum.
Hetta ger at café'in fær ein serligan heimligan hugna.

 

ONGIN TILTØK ERU Í LØTUNI